31.03.2017 22:09

Mykines í ferðum milli Rotterdam, Þorlákshafnar og Thorshavn

Vit á Smyril Line kunnu við stoltleika kunngera at nýggja skipið hjá okkum M/V Mykines nú er skrásett í føroyska flotanum og føroysku altjóða skipaskrásetingini FAS. Mykines er fjórða skipið í flotanum hjá Smyril Line.
Fríggjadagin verður kósin sett úr Fayard skipasmiðjuni í Odense ímóti Rotterdam og mánadagin 3. apríl fer skipið í rutu. Mykines fer at sigla ímillum Rotterdam, Thorlakshöfn og Tórshavn.
Á einari mynd niðanfyri síggja vit Jóhan av Reyni, skipara á Mykinesi, heysa føroyska flaggið saman við fyrrverandi finska skiparanum. #smyrilline #smyrillinecargo