08.01.2017 14:05

Meira varðandi brunann í Vesturlandi, við Færeyjar í gær

 

Jn.fo:

Sí upptøkuna: Her kolast Vesturland upp
Soleiðis sá út umborð á Vesturlandi í nátt, tá manningin á Brimli royndi at basa eldinum við skúmi. Sí alla upptøkuna í greinini her
 
Mynd: © Vørn/Brimil  
Brimil og Vædderen hava í nátt roynt at sløkkja eldin umborð á Vesturlandi til fánýtis. Í nátt varð roynt at basa eldin við skúmi
08.01.2017 - 12:18
 
Tað logar enn umborð á skipinum Vesturlandi, og tað hevur tað eisini gjørt í útivið eitt samdøgur síðani eldur kom í skipið á døgurða leygardagin.

Sí upptøkuna niðanfyri

Brimil og Vædderen liggja hjá skipinum, og skipini hava í nátt roynt at basa eldinum á skipinum við at sproyta skúm á skipið men higartil til fánýtis.

Hitin frá eldsbrunanum á Vesturlandi er so mikið nógvur, at tað er avmarkað, hvussu nær Brimil slapp skipinum, tá skúm í nátt varð sproytað á skipið.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Upptøka: Vørn/Brimil

10 mans vóru við Vesturlandi, tá eldur kom í skipið um middagsleitið leygardagin. Einki skip var nær nærhendis, so tyrla varð send til skipið.

Bjargingartyrllan kom stutt fyri klokkan 15 á Landssjúkrahúsið við manningini, sum varð innløgd til kanningar fyri roykeitran eftir eldsbrunan á skipinum.

Skipið varð bygt á Tórshavnar Skipasmiðju í 1970, og er 31,7 metrar langt, sambært Teyggjuni. Tað er P/f Thor í Hósvík, sum eigur Vesturland.