31.07.2012 19:30

Ofurstórt vindmylluskip

skipini.fo:

Ovurstórt vindmylluskip


28.07.2012 - 18:00 - Sverri Egholm

Reiðaríið Swire Blue Ocean, sum hevur høvuðssæti í Keypmannahavn, hevur fingið nýtt skip. Talan er um heimsins størsta av slagnum, sum fáast við uppseting av vindmyllum til havs.

Navnið á skipinum er Pacific Orca. Tað er 8.400 tons deyðvekt og er bygt á Samsung Heavy Industries í Suðurkorea.

Skipið skal seta vindmyllur upp til havs fyri danska DONG Energy.

Leggjast kann afturat, at dekksplássið er meira enn 4.000 fermetrar, og kranarnir megna 1.200 tons. Skipið klárar at arbeiða, har dýpið er upp til 75 metrar.

Pacific Orca hevur 111 einmanskømur.

Swire Blue Ocean bílegði í fjør eitt systurskip, sum væntandi verður latið teimum í 2013. Tað skipið fær navnið Pacific Osprey.

Kelda: Netavísin