14.01.2012 20:10

Aðalsteinn Jónsson siglir til Íslands við svartkjaftalastini

skipini.fo:

 

Íslendska svartkjaftaskipið Aðalsteinn Jónsson, sum hevur roynt á feltinum sunnanfyri Føroyar, saman við teimum føroysku skipunum, setti í gjár kós móti Íslandi, teir landa á Eysturlandinum, vit vita ikki hvat teir hava inni.

Í løtuni eru bara Fagraberg og Norðborg á feltinum, okkurt skip úr Hetlandi roynir sunnanfyri teir.

Jupiter loysir av Fuglafirði eftir miðnátt, í gjár var fríggjadagur tann 13., so teir bíðja við at loysa til li dag.
Jupiter landaði í Kollafirði, men nøkur fá tons vórðu eisini landað í Fuglafirði.