12.12.2011 22:40

FRÁ skipini.fo

Kinverskt farmaskip sakk í gjár

12.12.2011 - 15:58 - Kiran Jóanesarson

Eitt kinverskt farmaskip sakk norðanfyri Filipsoyggjarnar sunnumorgunin.

Sambært kinversku tíðindastovuni Xinhua vóru fimtan mans við skipinum.
Seinastu tíðindini frá tilburðinum siga, at ein hevur latið lív, meðan framvegis verður leitað eftir einum, ið er saknaður. Hinir 13 eru bjargaðir.
Skipið, ið eitur Changda 216, varð statt umleið 2,4 kilometrar frá munnanum á Cagaya ánni, tá tað sakk í ódnarveðri.
Skipið hevði magnetiskan sand í lastini. Eftir øllum at døma, var lastin bert hálvfull, og skipið koppaði, tá lastin rósaði út í annað borðið.

Har skipið liggur, er grunt. Mastrarnar síggjast omaná, skrivar netavisin.fo