04.10.2011 21:20

Högaberg selt aftur til Íslands

Af vefnum skipini.fo:

Høgaberg seldur aftur til Íslands

04.10.2011 - 15:15 - Kiran Jóanesarson

Høgaberg fer nú aftur at eita Geysir, og trolarin fer til fiskiskap í altjóða sjógvi.

Trolarin Høgaberg, sum varð keyptur til Føroya í summar, er longu seldur aftur til Íslands. 

Framherji í Fuglafirði keypti trolaran frá einum dótturfelag hjá Samherja í Íslandi, og hetta felagið, Polaris Seafood, hevur nú keypt skipið aftur fyri nøkunlunda sama prísin, sigur Anfinn Olsen, reiðari. 

Skipið er longu farið til Íslands, og tað hevur fingið sítt gamla navn aftur, Geysir.  

Høgaberg varð fyrst og fremst keyptur til Føroya at fiska og taka ímóti makreli í summar. Men ætlanin var eisini at fiska í altjóða sjógvi, nú makreltíðin er endað. Men hendan ætlan er slept, sigur Anfinn Olsen.

Og Fagraberg klárar at fiska tað, sum Framherji eigur av kvotum, sigur Anfinn Olsen. Høgaberg hevði eisini loyvi at fiska sild.  

Fýra føroyingar eru við Geysir, allir yvirmenn. Geysir fer aftur at fiska í altjóða sjógvi, hetta skrivar Kringvarpið í dag.