31.05.2011 13:44

Nýja Norðborgin

skipini.fo:

Norðborg komin heim

Norðborg kom á Fuglafjørð í kvøld, teir hava fult skip, eftir at hava roynt í 2 vikur, Norðborg hevur hendan túrin partrolað saman við Christian í Grótinum, men Norðborg hevur tikið alla veiðuna inn. Christian í Grótinum kom inn í gjár, meðan Norðborg hevur ligið stutt norður úr Kallinum og arbeitt undan, eisini hava teir vaskað skipið norðanfyri.

Jón Rasmussen, skipari sigur, at fyrst tá teir byrjaðu fyri 14 døgum síðan, tá fingu teir smáfallandi makrel 280g í meðal, men seinni - tá teir fluttu longur norðuryvir fingu teir størri makrel 380g í meðal.

Norðborg bunkrar á Fuglafirði, tað kemur at taka alla náttina. Í morgin tíðliga fara teir á Ánirnar har øll veiðan verðr landað, sigur skiparin Jón Rasmussen.

Norðborg hevur 1.320 tons av frystum, harav eru 930 tons sildafløk, 250 tons heilfrystur makrelur og 40 tons av skráskornum makreli, harafturat hava teir 218 tons av mjøli og 100 tons av lýsi.

Tað hava verið 30 mans við Norðborg hendan túrin.