02.02.2011 10:30

Polar Star strandar í 2. sinn á nokkrum mánuðum

skipini.fo:

Tók botn við Antarktis
Skrivað hevur Kiran Jóanesarson   
mikudag, 2. februar 2011 06:07

Túrskipið Polar Star tók  gjáramorguninn botn í Matha sundinum við Antarktis. Hetta er aðru ferð í bert hálvt ár at hetta skip stendur á botni.
Eingin av teim 115 fólkunum umborð fekk nakran skaða, tá skipið tók botn gjáramorgunin. Kiliskir myndugleikar eru í løtuni í holtur við at taka ferðafólkini av skipinum.
Polar Star fór úr argentinska havnabýnum Ushuaia í farnu viku á rundferð í Antarktis. Við eru 80 ferðafólk, meðan manningin telur 35 fólk.
Ferðafólk eru 32 amerikanar, 9 kanadiarar, 14 bretar og 8 australiarar. Meginparturin av manningini eru filippinar.
Hetta sama skip rendi so seint sum í juni mánað á land við Hornsund har suðuri á Spitsbergen.
Polar Star er einasti ísbrótari í heiminum, ið siglur fast við ferðafólki. Skipið er 86,5 metrar til longdar og er bygt í Finlandi í 1969. Tað hevur áður verið ísbrótari hjá svensku verjuni, men varð seinni keypt av norska Karlsen reiðarínum og umbygt til ferðafólkaflutning við arktiska og antarktiska økjunum í huga.