09.03.2018 21:12

Hér hjálpar ongin góða mamma

Her hjálpir ongin góða mamma

Tað sigur Oddny Hanusardóttir úr Hvalba, sum siglir sum dekkari við Breiðanes, sum samtrolar við Hamranes.

-Her hjálpir heldur eingin góði babba, hóast babba er skipari.
Eg má klára meg sjálv og klári eg ikki tað, ja, so má eg finna mær eitt annað arbeiðið, segði Oddny smílandi og sannførd við sjómanstrúboðaran, tá hann vitjaði umborð mánakvøldið.
Oddny er ein av fáu kvinnuligu “sjómonnunum” í føroyska skipaflotanum.

Á sumri 2015 fekk hon studentsprógv frá skúlanum í Hovi. Í septembur sama ár mynstraði hon við Breiðanesi. So var hon ein túr við Baki og ein við Stelki og fór so aftur við Breiðanesi.
-Mær dámar væl sjólívið, hóast tað kann vera strævið viðhvørt. Eg havi lært nógv um sjólívið, lært meg sjálvan betri at kenna og eri ment sum persónur, sigur Oddny

-Eg arbeiði saman við hinum dekkarunum, tá vit hála trolið inn og fáa tað útaftur, tá vit kryvja og fáa fiskin í kørini í lastina. Er trolið skrætt, ja, so hjálpi eg til við at bøta og at fáa trolið heilt aftur. Nei, her hjálpir hvørki góða mamma ella góði babba, sigur Oddny skemtandi.

Hon ivast tó í, um hon skal viðmæla øðrum ungum gentum at royna tað sama.
-Bæði ja og nei! Tað skal bæði fysisk og mental styrki til, tí tað er strævið arbeiðið og so eru vit heimanífrá í fleiri dagar. Harafturat kann tað vera trupult at gevast, tí fólk kunnu gerast bundin av góðari inntøku. Vanliga tjenar sjófólkið væl og brúkar óivað minni av pengum enn tey heima, og tí er lættari at spara pening saman, sigur Oddny.

Hon hevur hugsað um at fara uppá skiparaskúla, men tær hugsanirnar eru við at hvørva.
Ístaðin hugsar hon um at gevast við sjólívinum í summar og fara at læra til hárfríðku.
Sjófólkið missir nógv av familjulívinum og heimalívinum annars, heldur Oddny

Seks mans eru við Breiðanesi og Hanus Poulsen er skipari. Seks mans eru eisini við Hamranesi og so eru fýra avloysarar, sum eisini hoyra til skipini.

Siðvenja hevur verið at biði fyri sjómonnunum.
Nú á døgum er óivað rættari at biðja fyri sjófólkinum.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

       Breiðanes TG 665, Hanus Poulsen og Oddný © myndir TJ myndir, Færeyjum