06.01.2018 21:17

Nýborg fekk ein sjógv

KVF, Færeyjum - 06.01.2018 - 10:29
 
Skipið fekk streymslit, fleiri rútar brotnaðu og ein maður varð fluttur á Landssjúkrahúsið við brotnum armi.
 
Mynd: Savnsmynd  
 
 

- Tamarhald er á støðuni, sigur Johan Muller frá MRCC.

Tað er ikki greitt, hvussu umfatandi skaðin er, sigur reiðarin Alex Vilhelm, í stuttari viðmerking.

Skipið verður nú kannað, og hann veit ikki, nær skipið verður siglingarklárt aftur.

Ætlanin er at sleppa aftur til fiskiskap skjótast tilber, sigur hann.

Fiskaríið var ikki byrjað, tá Nýborg fekk ein sjógv seinnapartin í gjár.