24.12.2017 09:00

1.271 jólapakkar til føroyska flotan

 
111 skip hava í ár fingið jólapakkar frá føroysku Sjómansmissiónini og sjómanskvinnuringunum um landið
 
Skiparin á Ågot, Hjaltur Poulsen, og Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari  © privat mynd  
 
 
 

Sjómanskvinnuringarnir hava latið flestu pakkarnar, men onnur lata eisini pakkar, skrivar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari.

Nú liðugt er at bera pakkarnar umborð á skipini, kann staðfestast, at tilsamans 100 pakkar fleiri vórðu latnir í ár samanborið við í fjør, og øll skip, - eisini nýggj í flotanum, hava fingið jólapakkar frá sjómansmissiónini.

Talan er um 78 fiskiskip, 16 handilsskip, 15 skip í frálandavinnu og 2 vaktarskip, og tey hava tilsamans fingið 1.271 pakkar, skrivar sjómanstrúboðarin, sum samstundis takkar teimum, sum hava latið pakkar.