02.09.2017 16:31

Fingu ikki bátin í trolið

02.09.2017 - 09:40
 
Aktuelt
Fingu ikki bátin í trolið
Tað eydnaðist ikki Stelki og Vesturtúgvu, at fáa bátin upp, sum sakk í Skopunafirði í samanstoyti við farmaskipið, Mykines, hósnáttina
Mynd: Savnsmynd  
 
 
 

Stelkur og Vesturtúgva trolaðu ígjárkvøldið aftur eftir glastrevjabátinum, og Brimil hevði yvirumsjón við leitingini í gjárkvøldið. 

Umstøðurnar vórðu vánaligar at trola, - tað rak hart og botnurin er harður.

Roynt varð tríggjar ferðir at fáa bátin í trolið, men tað eydnaðist ikki. Teir eru tí givnir við trolingini, sigur Hilmar Johannesen, vaktleiðari á MRCC-støðini.

Nú klokkan 10 fara Rescue Lív og tyrlan aftur at leita. 

Kanna møguleikar

Edvard Bjarnason, leiðari fyri MRCC, sigur, at nú verður kannað, hvørjir møguleikar eru. Ein møguleiki er at senda niður robottar, sum arbeiðstól, og teir kunnu eisini taka myndir av bátinum.
 
Edvard Bjarnason leggur aftrat, at nú er ikki talan um lívbjargandi arbeiði meira, og tí eru tað nú aðrir instansir, sum skulu gera av, hvussu víðari skal fara fram.

MRCC heitir á skip og bátar um at halda vakið eyga og boða MRCC frá um tey síggja nakað, sum kann hava nakað við samanstoytin at gera.