01.09.2017 22:00

Fara nú at dreggja eftir bátinum

 
Fara nú at dreggja eftir bátinum
Stelkur og Vesturtúgva fara at dreggja eftir bátinum, sum varð ásigldur og sakk í Skopunarfirði
 
 
 
Vesturtúgva fer saman við Stelki at dreggja eftir tí, sum verður hildið at vera báturin, ið sakk í Skopunarfirði
 
Mynd: Savnsmynd  
 
 
 
 

Tak niður

 
 

 

Seinnapartin fara partrolararnir Stelkur og Vesturtúgva at dreggja eftir tí, sum hildið verður at vera báturin, ið sakk í Skopunarfirði í gjáranáttina.

Brimil leitaði seinnapartin í gjár og í gjárkvøldið við einum skannara í Skopunarfirði, og helt seg síggja okkurt, sum kann verða báturin, sum farmaskipið Mykinesi sigldi á um tvey tíðina í gjáranáttina.

Tveir mans vóru í bátinum. Annar varð bjargaður, men hin er ikki komin afturíaftur.