10.08.2017 20:40
Fiskiskapurin er góður men tað er ikki rokfiskiskapur
Føroyska Sjómansmissiónin bætti við 2 nýjar myndir.
Fiskiskapurin er góður men tað er ikki rokfiskiskapur
Tað sigur Jógvan Petersen, sum førir trolbátin Fiskaklett.
Í morgun landaðu teir 570 kassar á Toftum.
Teir hava roynt norður úr Mykinesi í fimm dagar og meginparturin er stór og góð hýsa. Fýra mans eru við Fiskakletti.
Jógvan heldur, at høvdu teir t.d. fingið uppí bátin í tvey samdøgur, so kundu teir tosað um rokfiskiskap.
Fiskaklettur hevur annars roynt á landleiðini í summar.
-Fiskiskapurin á landleiðini eftir flatfiski var góður, men tað var samstundis so mikið nógv av toski at fáa, at tað var trupult at yvirhalda tey 35% av toski og hýsu, sum lógin ásetur.
Vit nýta rist á landleiðini, so smái toskurin fer út aftur. Tað var stórur og góður toskur vit fingu.
Tá so steðgur var í fiskiskapinum á landleiðini fóru vit út um landleiðina at royna.
Har hevur fiskiskapurin verið so mikið góður, at vit tíma ikki inn aftur á landleiðina- sigur Jógvan.
-Tað er spell at prosentparturin av toski á landleiðini ikki t.d. er 50%, tí so kundu vit roynt eftir flatfiski og fingið nakað av toski eisini. Nú fiska vit væl meiri tosk og hýsu, ja, upp til 70-80% av veiðuni, uttanfyri 12 fjórðingar av sama stovni og fáa nærum ongan flatfisk- sigur Jógvan.
Annars heldur Jógvan, at tað eru fleiri dámlig tekin í nátúruni sum benda á, at fiskurin er við at koma aftur.
-Nebbasildin, sum hvarv úr trolinum hjá okkum í 2002, er nú aftur at síggja.
Tá nebbasildin hvarv, hvarv svartfuglurin nærum eisini.
Nú er væl av svartfugli aftur at síggja.
Vit hava ikki síðstu uml. 17 árini gjørt so góðar túrar sum vit hava gjørt í ár.
So hetta er dámligt, hugaligt - og ikki minst neyðugt.
Í 2005 vóru vit 17 trolbátar. Nú vit skrivað 2017 eru 7 trolbátar eftir. Hinir eru tíverri givnir tí fiskiskapurin hevur verið vánaligur í áravís.
Nú ræður um, at vit fáa umstøður til at fiska, so trolbátarnir kunnu koma fyri seg aftur, aftaná ikki bara 7 men 14 rak ár-
sigur Jógvan, sum hevur siglt við trolbátum síðani 1995.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá mennirnar.
Hann hevði eisini eitt bíbliuorð og bøn.
Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.
![]() |
||
|
Jógvan Petersen
|


