08.06.2017 16:17
Færeyingar við austur Grænland
Fyllir 73 ár undir Eysturgrønlandi
Í gjár fór línuskipið Skørin til Eysturgrønlands at royna.
Frammanundan eru t.d. Pison, Jákup B. og Núpur farnir til Eysturgrønlands.
Við Skørini fóru 14 mans, sum onkur skal gera mat til.
Kokkin hava teir góðan og hugaligan hóast hann er elsti maður umborð.
Tað er Heðin Hansen, sum fyllir 73 ár á túrinum og sum á ólavsøku hevur siglt við Skørini (fyrrv. Stapanum) í seks ár.
Annars sigur Heðin, at hann samanlagt hevur siglt í 40 ár.
-Eg orki væl enn og mær dámar væl at kokkast.
Um Gud gevur mær lív og heilsu, so hugsið eg um at sigla hetta árið út - sigur Heðin.
Og so skoyti hann uppá, -Nú fáa vit at síggja!-
Áðrenn Skørin loysir frá landið hevði sjómanstrúboðarin andakt umborð.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir sjófólkinum og øllum føroya fólkið annars eina góða Hvítusunnu.
Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!
![]() |
||||||
|
Heðin Hansen, sum fyllir 73 ár á túrinum
|




