23.05.2017 20:21
Jaspis og Ametyst, fingu heili 320.000 pund, ella 2800 kassar eftir seks døgum.
320.000 pund í seks dagar
Í gærmorgun komu samtrolararnir Jaspis og Ametyst á Havnina.
Teir høvdu roynt eystanfyri og gjørt ein roktúr eftir upsa. Teir fingu heili 320.000 pund, ella 2800 kassar eftir seks døgum.
-Tað kom eitt rend av upsa og tað var væl at fáa yvir eitt stórt økið. Tað var góður upsi og eg meti, at meginparturin vóru tríarar og stórir fýrarar-
sigur skiparin á Jaspis, Jón Niklas Johannesen.
Skipini fóru avstað aftur seinnapartin.
Jón Niklas roknaði við, at teir fóru aftur á somu leið.
Tríggjar manningar á seks mans hoyra til bæði skipini.
Teir eru umborð í tveir túrar og so heima ein túr.
Tykkum verður ynskt ein góðan túr og Jesus fylgi tykkum!
![]() |
||||
|
|



