19.04.2017 21:00

Nýtt fóðurskip - MATARHEYGGUR - kom á Miðvág í gærmorgun

 

HIDDENFJORD hevur keypt eitt nýtt fóðurskip, sum teir skulu brúka til alingina á Sandavági/Miðvági, ístaðin fyri flakan, sum teir nú hava. 

Nýggi fóðurskipið tekur 600 tons av fóðuri, tann flakin teir hava í løtuni tekur góð 200 tons. Skipið er keypt úr Onglandi og umbygt í Póllandi, sigur Bogi Jacobsen leiðari hjá Hiddenfjord.

 

 

 

 

 

 

 

 


  
                                                   18-04-2017 - 09:34 - Jóanis Nielsen