11.04.2017 21:00

4 x Bjarni Ólafsson AK 70 og viðtal tekið í Runavík, í Færeyjum

Føroyska Sjómansmissiónin,

Bíða eftir svartkjaftinum

 

Fleiri íslendsk skip liggja í føroyskum havnum fyri tíðina.
Tey bíða eftir at sleppa at veiða svartkjaft, og tað kunnu tey tá svartkjafturin er komin norður í føroyskan sjógv.

Eitt teirra er Bjarni Ólafsson av Akranesi. Hann hevur ligið á Runavík í nakrar dagar og í morgun vitjaði sjómanstrúboðarin umborð og heilsaði uppá manningina.

Bjarni Ólafsson er bygdur í Norra í 1999, er 67 m. langur og 13 m. breiður. Motorurin er ein 7500 HK. Wartsila. Hann lastar 1960 tons. Hann var keyptur úr Norra til Akranes í 2015.

Átta mans eru við tá teir trola aftir svartkjafi, makreli ella sild. Tá teir veiða lodnu er tað við nót og tá eru 11 mans við. Skipari er Runálfur Runólfsson.

Hann sigur, at hetta er fjórði Bjarni Ólafsson í røðini og at hansara familja hevur verið eigari í øllum skipunum. Felagið eitur Runólfur Hallfreðsson ehf og var stovnað í 1967.
Nú eru teir tveir mans sum eiga skipið saman við Mjølvirksmiðjuni á Neskaupstaði, sum er høvuðseigari.

Teir vóna at fara til fiskiskap í annakvøld, um svartkjaftur verður á fáa. Eitt íslendsk skip er til fiskiskap, men fiskiskapurin er sera smáligur.

Manningin fekk eitt íslendskt nýggjatestamenti og annan lesnað.
Teir vóru eisini heilsaðir við gomlu føroysku heilsaninni:
“Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!”

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

1020. Bjarni Ólafsson AK 70, í Færeyjum © mynd Føroyska Sjómansmissiónin, TJ myndir

 

1504. Bjarni Ólafsson AK 70, í Færeyjum © mynd Føroyska Sjómansmissiónin,

 

2287. Bjarni Ólafsson AK 70, í Færeyjum © mynd Føroyska Sjómansmissiónin,

 

2909. Bjarni Ólafsson AK 70,  í  Runavík í Færeyjum © mynd Føroyska Sjómansmissiónin, TJ myndir 11. apríl 2017

 

2909. Bjarni Ólafsson AK 70,  í  Runavík í Færeyjum © mynd Føroyska Sjómansmissiónin, TJ myndir 11. apríl 2017

 

2909. Bjarni Ólafsson AK 70,  í  Runavík í Færeyjum © mynd Føroyska Sjómansmissiónin, 11. apríl 2017

 

2909. Bjarni Ólafsson AK 70,  í  Runavík í Færeyjum © mynd Føroyska Sjómansmissiónin,  11. apríl 2017

 

Runólfur Runólfsson, skipstjóri á Bjarna Ólafssyni AK 70 © mynd Føroyska Sjómansmissiónin, 11. apríl 2017