28.11.2016 14:56

Finnur Fríði, Bjarni Ólafsson og Jón Kjartansson fara allir fullfermdir til Íslands

jn.fo:

 
Mynd: Óli Horn.

Finnur Fríði, Bjarni Ólafsson og Jón Kjartansson fara allir fullfermdir til Íslands

vinna27-11-2016 - 12:43 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði, Bjarni Ólafsson og Jón Kjartansson, sum allir hava roynt eftir svartkjafti í landnyðring úr Fugloynni, hava allir sett kós móti Íslandi, har teir skulu landa á Eysturlandinum - Øll skipini eru full undir lúkurnar.

Finnur Fríði verður á Fáskrúðsfirði seint í kvøld ella tíðliga í nátt, tey bæði íslendsku skipini verða inni seint í nátt, Jón Kjartansson plagar at landa á Eskifirði og Bjarni Ólafsson plagar at landa í Neskaupstaði.