06.12.2013 06:00
Nýtt skip til Færeyja í stað Klakks

Keypt norskt frystilínuskip fyri Klakk
02.12.2013 - 11:32 - Kiran Jóanesarson
Líggjas og Betuel Jóhannesen hava saman við Kósini keypt norska frystilínuskipið Urvaag. Sjálvur keypsprísurin verður ikki upplýstur men Líggjas Jóhannesen sigur við Norðlýsið at tá skipið verður klárt at fara til fiskiskap einaferð hálvan januar kemur tað at standa í 20 til 25 mió. Kr.
Líggjas Jóhannesen sum saman við beiggjanum Betuel Jóhannesen hava átt og rikið línuskiftið Klakk, sigur at teir leingi hava ivast í hvat rættast var at gera.
Klakkur er ikki longur tíðarhóskandi og tí hava vit leingi ivast í hvat rættast er at gera.
Men nú var ein møguleiki at fáa hendur á einum meira tíðarhóskandi línuskipið sum hevur góða frystuorku og tí avgjørdu vit saman við Kósini at keypa norska frystilínuskipið Urvaag sum er bygdur í 1989.
Skipið kemur at fiskað undir Føroyum, Íslandi og møguliga Flemish Kap.
Formelt hava vit gjørt av at yvirtaka skipið komandi vikuskifti og so verða onkrar broytingar gjørdar. Nýggi Klakkur kemur til Føroyar fyrst í Januar og ferð eftir ætlan til fiskiskap hálvan januar.
Ætlanin er at verandi manning á Klakki ferð umborð á nýggja skipið har umstøðurnar eru munandi betur. Frystilastin tekur 300 t og frystur 20 tons um døgnið.
Kelda: nordlysid.fo
DATA: Urvaag
Type of vessel: Freezer longliner
Built: 1989, Solstrand Norway
Rebuilt: Lengthened 1997
Dimensions: 44,95 m x 9,0 m
Tonnage: 726 BT. 316 NT.
Cargo cap.: 500 m3 (300 t frozen blocks) + 60 m3 (28 t) bait freeze
Freezing machinery:
2 x Midt-Troms Kjøleservice, 1997
2 x Howden comp. New 2007
Plate freezers: 3 x DSI verticals, 1997 /1 x horizontal
Freezing cap.: 20 t /24 hrs.
Main engine: Caterpillar 3512TA, 1075 HP, overhauled 2007
Propeller: Hundested
Winches/deck equip.:
Mustad complete, new 2005
2 x deck cranes, main crane Triplex
Accommodation: 4 x 1 man, 6 x 2 men
