23.03.2013 22:17
Óvíst hvort Skálaberg RE 7 komi til landsins
Þessi frásögn má finna í skipini.fo:

Óvist nær Skálaberg kemur til Íslands
22.03.2013 - 03:04 - Kiran Jóanesarson
Íslendska felagið, Brim, sum hevur keypt flakatrolaran Skálaberg úr Argentina fyri 150 miljónir krónur, hevur fingið kaldar føtur.
Rakstrargundarlagið fyri fyrstitrolarar undir íslendskum flaggi er yvirhøvur er vánaligt, - serliga um nýggja fiskivinnulóggávan verður samtykt í íslendska altinginum.
Forstjórin í partafelagnum Brim, Guðmundur Kristjánsson sigur við íslendska Morgunblaðið, at trupulleikin er, at sambært uppskotinum skulu summi reiðarí rinda fult tilfeingisgjald, meðan onnur rinda lítið ella einki tilfeingisgjald. Og sambært Guðmundi skal partafelagið Brim rinda fult tilfeingisgjald. Verður hetta ikki broyt, er grundarlagið undir Skálabergi broytt.
Tí er ivasamt, um Skálaberg yvir høvur kemur til Íslands.
