13.02.2013 22:18

Gamla Hábergið

Uppsjóvarskip til Vágs


13.02.2013 - 22:01 - Kiran Jóanesarson

Felagið South Pelagic í Vági hevur keypt norska uppsjóvarskipið Østervold, sum nú fær navnið Grunnabarð.
 

Alex Vilhelm, stjóri, sigur við Suðuroyarportalin, at Grunnabarð fer at fiska ídnaðarfisk, men skipið er annars kombineraður uppsjóvartrolari og nótaskip.

Skipið kemur til Føroya um 1. mars og fer tá til fiskiskap beinanvegin.

Umframt lokalar íleggjarar eru eisini Havsbrún, Faroe Farming, Fríði og Rói Magnussen úr Hirtshals íleggjarar í nýggja felagið South Pelagic. Alex Vilhelm sigur seg vera takksaman fyri, at nevndu íleggjarar høvdu áhuga at koma upp í ætlanina, tí uttan íleggjarar var ætlanin ikki til veruleika.

Grunnabarð er bygdur í Norra í 1979. Er góðar 60 metrar til longdar og 11 metrar breitt. Skipið lastar góð 1.000 tons.

Kelda: sudurras.fo

 

Hér er á ferðinni gamla Hábergið