20.11.2012 19:57
Skipini.fo með mynd af þessari síðu, tekin af Faxagenginu

Ísland: Rokfiskiskapur eftir sild
20.11.2012 - 13:41 - Sverri Egholm
Íslendsk nótaskipini hava havt rokfiskiskap eftir sild á Grundarfirði á Vesturlandinum. Beitir NK 123 úr Neskaupstaði hevur síðan 18 oktober gjørt 5 sildatúrar, teir hava fiskað 6.000 tons av sild síðan 18. oktobur. Seinasta túr høvdu teir 1.420 tons, sum teir fingu í einum kasti.
Tað er so nógv sild, at skipini hava bara eitt kast, veiðan liggur um 800-1450 tons í hvørjum kasti.
Í Neskaupstaði landa fleiri nótaskip, so har er arbeiðið til allar hendur, skrivar joanisnielsen.fo í dag.
Skrifað af Emil Páli
