16.08.2012 15:52

Hingað og ekki lengra

skipini.fo:

Higar til og ikki longur


16.08.2012 - 16:15 - Sverri Egholm

Japanska sjóverjan støðgar kinverjum, sum ætla sær á land á smáoyggjum, sum londini stríðast um ræði á.

Skipið hevur sett fólk upp á onkrari oyggj, men hesi fólk, 14 í tali, hava japanar handtikið. Kinverjarnir verða helst útvístir úr Japan. 

Fimm kinverjar, ið eru millum 35 og 66 ára gamlir, vórðu í gjár handtiknir, tá teir gingu upp á eina av oyggjunum í bólkinum, sum í Japan eitur Senkaku. Kinverjar nevna oyggjabólkin Diaoyu.

Umframt hesar fimm vórðu níggu aðrir handtiknir á skipinum, teir vóru komnir til oyggjabólkin við. Allir eru fluttir til Okinawa, har teir verða avhoyrdir. Okkurt tíðindafólk úr Honkong er millum tey handtiknu.

Talan er um gamalt stríð um hesar oyggjar, sum bæði Japan og Kina kanna sær. Nú líkindi eru fyri at finna olju í økinum, er stríðið harnað.

Eisini Taiwan hevur gjørt vart við, at oyggjarnar eru teirra.

Kelda: Netavísin