25.07.2012 22:55
Verður dregið til Evrópu
Færeyski skipsportalurin:
Áðrenn skipið, sum er 6732 TEU til støddar, sleppur í havn, skulu bjargingarliðini kanna allar bingjurnar fyri at tryggja, at eldurin er sløktur. Hetta sambært reiðarínum, Reederei NSB.
Flaminia er í morgun statt umleið 220 fjórðingar úr Cornwall. Fairmount Expedition sleipar, meðan tvey onnur fylgja við. Hesi eru Anglia Sovereign og Carlo Magno.
Anglia Sovereign heldur alla tíðina eygað við hitan umborð á MSC Flaminia og er til reiðar at køla skipið, um tað gerst neyðugt.
MSC Flaminia hevur 10 prosent slagsíðu. Hetta kemst av vatni frá sløkkingini og at lastin hevur flutt seg orsaka av eldinum, sum kom í fyri 11 døgum síðan.
Ein av manningini doyði, og ein annar er saknaður og helst eisini umkomin. Tríggir vórðu illa skaddir og liggja enn á sjúkrahúsi til viðgerðar fyri brandskaðar. Hinir átjan av manningini og tvey ferðafólk sluppu frá vanlukkuni uttan mein.
Kelda: Netavísin

Nú verður bingjuskipið sleipað
25.07.2012 - 11:33 - Sverri Egholm
Tamarhald er nú á eldinum umborð á týska bingjuskipinum MSC Flaminia, og skipið verður nú sleipað til Europa.
Enn er ikki boðað frá, hvørja havn skipið verður sleipað til, men sleipað verður móti Europa.
Enn er ikki boðað frá, hvørja havn skipið verður sleipað til, men sleipað verður móti Europa.
Áðrenn skipið, sum er 6732 TEU til støddar, sleppur í havn, skulu bjargingarliðini kanna allar bingjurnar fyri at tryggja, at eldurin er sløktur. Hetta sambært reiðarínum, Reederei NSB.
Flaminia er í morgun statt umleið 220 fjórðingar úr Cornwall. Fairmount Expedition sleipar, meðan tvey onnur fylgja við. Hesi eru Anglia Sovereign og Carlo Magno.
Anglia Sovereign heldur alla tíðina eygað við hitan umborð á MSC Flaminia og er til reiðar at køla skipið, um tað gerst neyðugt.
MSC Flaminia hevur 10 prosent slagsíðu. Hetta kemst av vatni frá sløkkingini og at lastin hevur flutt seg orsaka av eldinum, sum kom í fyri 11 døgum síðan.
Ein av manningini doyði, og ein annar er saknaður og helst eisini umkomin. Tríggir vórðu illa skaddir og liggja enn á sjúkrahúsi til viðgerðar fyri brandskaðar. Hinir átjan av manningini og tvey ferðafólk sluppu frá vanlukkuni uttan mein.
Kelda: Netavísin
Skrifað af Emil Páli
