22.06.2012 21:23

Bátur sekkur

skipini.fo

Útróðrarbátur sakk við Sisimiut




Útróðrarbáturin Kimmersuaq frá Sisimiut sakk í gjár beint norðan fyri flogvøllin í Sisimiu.

Útróðrarbáturin Kimmersuaq frá Sisimiut var á veg til Aasiaat, har ætlanin var at umvæla hann, men so langt kom hann ongantíð. Beint norðanfyri flogvøllin í Sisimiut fór báturin til botns.

Hetta hendi um áttatíðina grønlendska tíð í gjáramorgunin.

Báturin lak illa, og teir høvdu vent og sett kósina aftur móti Sisimiut, men ov seint var.
Tveir mans vóru við bátinum. Teimum eydnaðist at koma sær í eina jollu og rógva til lands. Hvørgin fekk nakað mein.

Løgreglan sigur, at har fingu tey einki at vita, fyrr enn báturin var sokkin. Tey leggja afturat, at hesin báturin hevur ligið allan veturin til nú, tá roynt varð at sigla hann til bátasmiðjuna í Aasiat, har hann skuldi umvælast.