04.06.2012 11:39

Ótrúlegasta veiðiferð á Norðurslóðum

Þessa ótrúlegu frásögn má finna á Facebooksíðunni Skip og bátar í Klakksvík og þar ritar Jóannes Niclasen, þetta, auðvitað á Færeysku.

À sumri í 1959 gjørdi P/F J. F. Kjølbro uppá egna rokning eina stórfingna fiskiroynd til Eystur-Grønlands, til Angmaksalik- og Kap Danleiðina, har væl av fiski varð fingið árið fyri; Karin K var móðurskip hjá einum flota av størri og smærri... bátum, íð skuldu royna við snøri og snellu, íalt 133 mans við 11 skipum, sum tilsamans fermdu 1360 tons: Karin K, Dragasund, Grunningur, Dragin, Eystnes, Eysturhøvdi, Havsbrún, Ørvur, Nevið Reyða, øll hjá P/F J. F. Kjølbro og tveir leigaðir bátar, nevnliga Glottin úr Klaksvík og Mathilda úr Lorvík. Eftir drúgva og góða fyrireiking fór fylgið av Klaksvík tann 8. august; eina viku seinni vóru teir komnir áraka Skjoldungen, men ísurin var so nógvur, at ikki slapst inn móti landi norðari enn her. Ferðin norð móti fiskileiðunum við Kap Dan og Angmaksalik kom at verða drúgv, men eisinieftir at teir vóru komnir á hesar leiðir, tarnaði ísurin øllum fiskiskapi, nakrir fáir góðveðursdagar undantiknir, har rættiliga væl var fiska. Ìsurin rýmdi ongantíð av fiskileiðunum hetta summarið, so teir sluppu ikki á fiskileið. Staðkendir menn, sum teir komu á tal við, vóru á einum máli um, at hetta var av ringastu ísárum, teir vistu um at siga. Fleiri ferðir kom Karik K - fylgið illa fyri av ísi, sum skrúvaði seg saman um skipini, men hvørja ferð eydnaðist tað at koma leysir aftur. 27. septembur rýmdu teir - og tað hevði ikki verið betri, um teir høvdu bíðað. 6. oktober vóru teir aftur í øllum góðum, men veiðan var bert 170 tons, Hetta stórfingnasta veiðuferð, sum gjørd er í norðoyggjum.

Eftir að ég setti þetta inn sendi Jóannes þetta til mín, til viðbótar: Vit fyngu minstuløn, hon var 750 kr um mánan, tað vil siga 1500 kr fyri túrin.


     Ótrúlegasta veiðiferð á norðurslóðum © mynd af FB síðunni Skip og bátar í Klakksvík, Jóannes Niclasen