12.05.2012 14:40

Kallast nú Vikingbank

skipini.fo:


Fyrrverandi føroyska nótaskipið Jón sigurdsson kallast nú Vikingbank og hevur heimstað í Noreg.

Fleiri føroyingar minnast helst nótaskipið, ið hevði heimstað í Tórshavn.
Skipið varð selt til Íslands í 2003 men sigldi framhaldandi við sama navnið.

Seinni var skipið selt til Noregs og fekk navnið Østanger, síðan Morten einar, Quo Vadis og hevur nú navnið Vikingbank.
Felagið, ið eigur skipið er norska reiðaríið Leik, ið heldur til í Kopervik.
Reiðaríið eigur einsini eitt annað nótaskip, ið kallast Leik.