27.12.2011 17:40

Hercules í pottinn

skipini.fo

Hercules upphøgdur

25.12.2011 - 02:33 - Kiran Jóanesarson

Stóri trolarin Hercules, ið hevur ligið síðan hann brann, er nú upphøgdur.

Tað var felagið hjá Anfinni Olsen í Fulgafirði, ið átti skipið.

Vit tosaðu við Anfinnur Olsen fyri tíð síðan og spurdu hann, hvørjar ætlanirnar vóru við Hercules, og tá svaraði reiðarin, at teir høvdu ætlanir um at gera skipið í stand, men tá var einki nøktandi tilboð komið, ið teir vildu góðtaka.

Men nú stendur á heimasíðuni hjá skipaskrásetingini, at skipið er upphøgt, so nú gerst einki við stóra trolarin, ið annars var ætlaður til uppsjóvarfiskiskap.

Tað var reiðaríið Thor í Hósvík, ið keypti skipið til Føroya í 2007, men tá ið eldur gjørdi um seg, og skipið varð lagt, keypti Anfinnur Olsen skipið.