29.11.2011 17:00

Reiðaríið hjá Lafayette stóran umsetning

skipini.fo:


Umsetningurin hjá China Fishery Group vaks góð 27 prosent í mun til árið frammanundan.

Sambært IntraFish vaks umsetningurin hjá reiðarínum China Fishery Group, sum er reiðaríið hjá verksmiðjuskipinum Lafayette, við 27,2 prosentum í 2011. Roknskaparárið hjá China Fishery Group gongur til 28. september.
Reiðaríið hjá Lafayette, sum í summar varð brúkt sum móðirskip í makrelfiskiskapinum, hevði ein umsetning á 685,5 milliónir dollarar. Vøksturin kemur millum annað frá verksmiðjuflotanum, sigur reiðaríið.
- Vit eru eisini nøgd við framgongdina hjá okkara verksmiðjuflota, og vit vilja halda fram við at finna nýggjar, burðardyggar fiskileiðari við ríkum tilfeingi, sum okkara verksmiðjuskip kunnu brúka, sigur stjórin í China Fishery Group, Joo Siang Ng við IntraFish.

Kelda: Kringvarp.fo