27.11.2011 09:17

230 m. langt skip hefur legið 2 mán á strandstað

Skipini.fo:

Skipið verður liggjandi

26.11.2011 - 13:21 - Sverri Egholm

Kanadiskir myndugleikar hava ongar ætlanir um at beina burtur farmaskipið MC Miner, sum hevur ligið strandað á Scatarie oynni í tveir mánaðir.

Ráðharrin Steven Fletcher gjørdi hetta greitt á fundi í gjár.

Myndugleikarnir halda ikki, at neyðugt er at beina skipið burtur. Tað er ikki til ampa fyri skipaferðslu, og øll vandamikil evni eru longu tikin úr skipinum.

MV Miner er 230 metrar til longdar.