09.11.2011 23:10

Stærsta línuskip heims

skipini.fo:

Frøyanes er heimsins størsta línuskip

09.11.2011 - 20:37 - Kiran Jóanesarson

Í farna mánað kom stásiliga línuskipið úr Turkalandi til Noregs. Skipið er bygt á Tersan Shipyard. Nýggi Frøoyanes er 60 metur langur og 14 metrar breiður og hevur fimm dekk. Hann kostar 175 norskar milliónir krónur.
Skipið var doypt herfyri av Michell Ervik ið er dóttur ein av reiðarnum, Kjell Magne Ervik, men fyrsta kast hennara við fløskuni brotnaði ikki. Men aðru ferð hon kostaði fløskuna tá riggaði betri.
Skipið skal hava eina manning uppá 22, men pláss er tó fyri 28 monnum.
Tað eru teir báðir, Stig Ervik og Kjell Magne Ervik í Ervik Havfiske, sum eiga bátin. Teir byrjaðu við øðrum báti í 1987.
Fyrsti túrurin verður ein royndartúrur og lagt verður í Barentshavið, at fiska tosk, hýsu og steinbít og har er nokk til.

Norski Frøyanes skal fiska fyri 50 milliónir um árið


 

Kelda: sandportal.fo