06.10.2011 14:00
11 björguðust, 6 eru týndir og 4 látnir
skipini.fo:
Seks eru saknaðir, fýra hava latið lív, meðan 11 vórðu bjargaðir, tá farmaskipið Jui Hsing fór á land við havnabýin Keelung í Taivan mánadagin.

Skipsvanlukka á Taivan
06.10.2011 - 12:55 - Sverri Egholm
Seks eru saknaðir, fýra hava latið lív, meðan 11 vórðu bjargaðir, tá farmaskipið Jui Hsing fór á land við havnabýin Keelung í Taivan mánadagin.
Taivanska farmaskipiðJui Hsing sendi mánadagin út neyðarkall. Hetta hendi stutt eftir, at teir vóru farnir út úr havnini í taivanska havnabýnum Keelung.
Skipið, ið er 18.955 DWT til støddarm rendi á land stutt frá havnini í Keelung. Fleiri av manningini lupu í havið, tá ovurstórar bylgjur skræddu skipið í tvinnar partar. Onkur megnaði at svimja til lands, meðan aðrir vórðu bjargaðir av skipum, ið komu til hjálpar, men tíverri eru higartil fýra funnir deyðir, meðan framvegis verður leitað eftir seks monnum, ið eru saknaðir.
Manningin taldi 21 mans. 11 eru bjargaðir, 4 eru deyðir, og lítil vón er fyri teimum 6, ið ikki enn eru afturíaftur komnir. Fitt av olju er likið úr vrakinum, og ringa veðrið forðar myndugleikum at leggja oljusperringar út.
Fleiri myndir eru at síggja undir greinini.
Kelda: Netavísin





Skrifað af Emil Páli
