28.09.2011 20:05

Straumsvik strandaði í Noregi

Þetta birtist á færeysku síðunni skipini.fo:

Farmaskipið Straumvik rendi á land

28.09.2011 - 08:48 - Kiran Jóanesarson

Seint seinnapartin í gjár rendi norska farmaskipið Straumvik á land í Norðurhordalandi í Norra.
Fimm mans vóru við skipinum, men tíbetur fekk eingin teirra nakað mein av tilburðinum.
Heldur ikki fekk skipið stórvegis skaða, hóast hol kom á ein barlasttanga.
Skipið, ið er 50 metrar til longdar, stendur enn, meðan myndugleikar og avvarðandi reiðarí og trygging meta um, hvussu farast skal fram.
Omanfyri greinina er mynd frá Marinetraffic. com, ið greitt vísir, at skipið hevur siglt beina kós á land við 9 míla ferð.
Løgreglan hevur boðað frá, at eingin illgruni er um rúsdrekka í samband við tilburðin, hetta skrivar netavisin.fo.