18.09.2011 19:00
Sæborg til Færeyja

Saeborg til Føroyar um eina viku
17.09.2011 - 11:16 - Kiran Jóanesarson
Reiðarríið Supply Service í Leirvík kann av sonnum sigast av vera ein av undangongufyritøkunum í Føroyum, sum sær møguleikar í øðrum vinnum enn fiskivinnuni og sum torir at taka við avbjóðingum. Fyrst kom Eldborg í flotan, nú kemur Saeborg, og í næsta ár kemur Sjóborg.
Til Føroya 24. september
Um góða viku kemur spildurnýtt frálandaskip til Føroya, tað næsta í flotanum hjá Supply Service reiðaríinum í Leirvík. Talan er um Saeborg, eitt PSV skip, ið stendur fyri "platform supply vessel". Skipið, sum líkist nógv "Eldborg", kemur á Havnina leygardagin 24. september.
Skipið, sum er smíðað í Turkalandi og liðugtbygt í Norra, er nakað størri enn Eldborg. Umframt at sigla sum veitingarskip, er skipið eisini útgjørt til bjaring og oljurudding. Í sambandi við oljurudding hevur skipið ein kapacitet til 1930 m3.
Manningin á Saeborg verður føroysk, og skiparar verða Tórhallur Staksá og Hans Pauli Henrysson. Manningin telur 12, og tað verða sostatt 24 mans knýttir til skipið.
Skipið hevur longu fingið sáttmála við Det Norske Oljeselskap og Faroe Petroleum. Sáttmálin er fyri 4 brunnar, sum Maersk Guardian skal bora á norskum øki.
Sjóborg
Triðja skipið hjá leirvíksreiðaríinum er Sjóborg, eisini eitt PSV skip, sum er uppaftur størri ennn hini bæði. Sjóborg verður sjósett í Turkalandi nú leygardagin 17 sept. Síðani verður skrokkurin sleipaður til Noregs, á Havyard skipasmiðjuna, har tað skal gerast liðug á somu skipasmiðju sum Saeborg.
Sjóborg hevur somu longd som Saeborg, men er 2 metrar breiðari. Dekkið er 1002 m2. Dekkið á Eldborg er 800 m2 og á Saeborg 900 m2. Skipið skal eftir ætlan latast 1. apríl 2012.
Kostnaðurin fyri tey bæði nýggju skipini er uml. 700 mio. kr., so her er talan um eina risa íløga sæð við føroyskum eygum.
Vilja vaksa
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Supply Service sigur við oljan.fo, at tey ynskja at menna og vaksa um reiðaríið støðugt, og hesi bæði nýggju skipini eru sjálvsagt ein týðandi partur av hesi menningarætlan.
"Nú er umráðandi hjá okkum at fáa hesi skipini í vinnu. Eingin ivi er um, at vit ynskja at vaksa enn meira, men tað er eisini umráðandi, at vit gera tað við skili og ikki vaksa skjótari enn, at vit klára at fylgja við. Í hesi vinnuni fáa vit bara ein møguleika, og tí er umráðandi at vit gera tað rætt fyrstu ferð."
Mynd: Nýggja frálandaskipið Saeborg kemur til Føroyar 24. September. Mynd Supply Service.
Kelda: Oljan.fo/Jan Müller
