18.09.2011 18:00
Sjóborg sjósett í Tyrklandi
skipini.fo:
Turkiski flutningsmálaráðharrin fagnaði Supply Service og Føroyum, tá hann helt røðu í sambandi við sjósetingina av tí triðja frálandaskipinum til reiðaríið í Leirvík.

Mynd: Nýggja Sjóborg sjósett í Turkalandi. Mynd Supply Service
Sjóborg sjósett í Turkalandi
18.09.2011 - 18:14 - Sverri Egholm
Turkiski flutningsmálaráðharrin fagnaði Supply Service og Føroyum, tá hann helt røðu í sambandi við sjósetingina av tí triðja frálandaskipinum til reiðaríið í Leirvík.
Tað var tann tíð, tá føroyingar frá einum degi til annan sjósettu og doyptu nýggj fiskifør. Hetta var kjølurin í føroyska búskapinum. Tíðir skifta og tíðir broytast. Hóast fiskivinnan framvegis er okkara høvuðsvinna, so royna føroyingar eisini at bróta upp úr nýggjum, tora at taka váða á seg og eru harvið við til at tryggja landinum nýggjar inntøkur og nýggj arbeiðspláss. Hetta síggja vit m.a. aftur í føroysku frálandavinnuni, sum í hesum døgum er í stórari menning. Um knappa viku kemur Saeborg, nýggjasta skipið hjá Supply Service í Leirvík til landið, og í gjár varð so triðja frálandaskipið hjá reiðaríinum sjósett.
Úr Føroyum vóru nevndarformaðurin Tummas Justinussen og stjórin Jens Meinhard Rasmussen við til serstaka og væleydnaða haldið, har eingin minni enn flutningsmálaráðharrin í Turkalandi flutti fram røðu og kom við lukkuynskjum til bæði reiðarí og til Føroyar. Eisini skrokkarnir til bæði Eldborg og Saeborg eru bygdir í Turkalandi.
Nýggja Sjóborg verður sleipað til Noregs mikudagin, har skipið skal gerast liðugt at lata reiðaríinum næsta ár. Nú leygardagin verður stór móttøka fyri Saeborg, tá tað kemur á Havnina.
Kelda: Oljan.fo/Jan Müller
Skrifað af Emil Páli
