10.09.2011 20:28

Farþegaskip fórst við Zansibar - 600 týndir

skipini.fo:

600 fólk møguliga druknað

10.09.2011 - 12:54 - Sverri Egholm

Eitt ferðamannaskip sakk í nátt við Zanzibar sum liggur út fyri Afrikansku eysturstrondini. TV2 veit sambært CNN at eru 600 umkomin. Tað er enn óvist hví ferðmannaskipið sakk, men nøkur eygnavitni vilja vera við at ferðamannaskipið var yvirfult.

Ferðamannaskipið MV Spice Islanders sakk millum oyggjarnar Unguja og Pemba. Skipið fór frá oynni Unguja klokkan 21 í gjárskvøldið og sakk fýra tímar seinni. Ein tænasturmaður upplýsir at arbeitt verður enn við at staðfesta talið av teimum druknaðu.

Zanzibar er eitt ferðamál fyri danskarar, sum fara til landa og nýta stórsligdnu natúrina og lekkru strendurnar.

- Um 260 ferðafólk eru higartil bjargaði. Fleiri lík hava vit funnið deyð, men eg kann ikki geva eitt neyvt tal uppá deyðstali beint nú, sigur Mussa Alli Mussa, løgregluyvirmaður hjá politinum í Zanzibar við Reuters.

Kelda: TV2