25.08.2011 08:03
Suðurafrískar konur gerast hafnsögumenn
skipini.fo:

Tríggjar kvinnur í Durban í Suðurafrika eru vorðnar søguligar, tí tær eru fyrstu littu kvinnuligu loðsar, sum hava nomið sær prógv at føra skip í suðurafrikanskum sjóøki
Á myndini síggjast Precious Dube vinstrumegin og Pinky Zungu høgrumegin. Triðja kvinnan eitur Bongiwe Mbambo. Hon var ikki til staðar, tá myndin varð tikin.
Hesar tríggjar eru fyrstu kvinnur, sum hava full rættindi at virka sum loðsar í Suðurafrika. Tær hava prógv at føra skip í øllum støddum í havn. Heilt upp til størstu bingjuskip og risatangaskip.
Hesar tríggjar eru úrslit av átaki, ið hevur til endamáls at fáa fleiri litt fólk í starv í havnunum í Suðurafrika.
Ein av kvinnunum greiðir frá, at skiparar á fremmandum skipum ofta tykjast ivasamir, tá kvinna trínur umborð sum loðsur. Hetta er sjáldsom sjón, hóast onkrar eru at finna í USA og Australia, sigur hon.

Skrifað af Emil Páli