21.08.2011 17:15
Drukkin skipari gloymdi at skifta kós
skipini.fo:
Farmaskipið var ávegis úr Pólandi til Gøteborg, men sigldi á land norðan fyri Landskrona.

Tíðliga týsmorgunin rendi hetta farmaskipið nevnt Alva á land norðan fyri Landskrona í Svøríki. Skipið kom úr Sczcecin í Pólandi og skuldi til Gøteborg, men skiparin gloymdi at broyta kós norðan fyri oynna Ven, so skipið sigldi beina kós móti landi, har tað nú stendur fast.
Skipari er ein 63 ára gamal maður úr Letlandi, og hann varð tikin og er nú skuldsettur fyri at føra skip ávirkaður av rúsdrekka. Fólk av svenska verjuskipinum KBV 03 greiða frá, at tey beinanvegin, tey komu á brúnna, luktaðu rúsdrekka og kannaðu tí skiparan, sum vísti seg at vera drukkin. Hann varð fluttur til lands, har blóðroynd varð tikin.
Kavarar hava í gjár verið niðri og kannað botnin, og reiðaríið saman við trygging eru farin undir at leggja til rættis eina ætlan fyri bjarging av skipinum. Við hesum skipið eru seks mans, og talan er um triðju ferð í ár, at farmaskip rennur á land í Oyrasundi.
Í gjárkvøldið varð farið undir at tøma lastina yvir í annað skip.
Kelda: Netavísin
Skrifað af Emil Páli
