21.08.2011 17:10
Skip í trupulleikum
skipini.fo:
Eitt farmaskip stóð fyri innsiglingini í Havnina í Littlehampton fríggjadagin. Skipið hevur eftir øllum at døma fingið maskinstøðg og rak inn hagar.

Arbeitt hevur verið nú um vikuskiftið við at fáa skipið burtur haðani aftur, tí eingin sleppur inn ella út úr havnini.
Farmaskipið Mungo hevði 1000 tons av granittgrúsi í lastini. Sjóverjan greiðir frá, at talan er helst um maskinstøðg, ið hevði við sær, at skipið rak inn í innsiglingina.
Myndirnar eru tiknar fríggjadagin. Tá varð sagt, at bíða varð eftir flóðini, áðrenn farast kundi undir at toga.
Skrifað af Emil Páli
