11.08.2011 22:00
Thor í Hósvík eigur nú 21 skip
Af vefnum joanisnielsen.fo:
| 11-08-2011 |
![]() |
| Reiðaríið Thor í Hósvík hevur keypt eitt nýtt skip, talan er um grønlendska rækjutrolarin Sermalik II, ið áður hevur havt heimstað í Nuuk, men nú er skrásettur í Hósvík. Skipið kemur fyribils, at hava gamla navnið, men eftir ætlan skal skipið hava nýtt navn, upplýsir Hans Andrias Joenseniðarfyri skipini.fo. Hann sigur eisini at Sermalik II nú verður riggaður til at fara til Grønlands har skipið skal gera ymsiskt kanningar arbeiði. Sermalik II er sum fyrr nevt rækjutrolari, og kemur í flotan uppá loyvið frá Kappanum, ið fyrr var heimahoyrandi á Oyri, og hoyrdi til sama felag sum Norðheim, ið Thor eisini umsitur. Thor í Hósvík eigur nú 21 skip, og er Føroya størsta reiðarí, skrivar www.skipini.fo. |
Skrifað af Emil Páli

