09.08.2011 20:46

Víkingaskip gekk burtur

09-08-2011
FRÁ JOANISNIELSEN.FO
Norska víkingaskipið Dragens Vinge gekk burtur í sjaskveðri við Hetland seinnapartin í gjár. Manningin varð bjargað


Sjey mans vóru við víkingaskipinum, sum fór úr Sandnes í Norra mánamorgunin. Bjargingartyrla úr Hetlandi tók allar sjey upp av bjargingarflaka seinnapartin í gjár.



Seglbáturin Dragens Vinge er einans 41 føtur til longdar, men hevur ferhyrnt segl og er bygdur eftir fyrimynd úr 13. øld.

Høvuðsbjargingarstøðin í Suðurnorra fekk boð frá neyðsendara um fýra tíðina seinnapartin í gjár.

Eftir øllum at døma hava teir fingið ein sjógv, og skipið fór í spønir eftir lítlari løtu. Allir sjey endaðu í sjónum, men tíbetur vóru allir í bjargingarbúna og komu sær so við og við upp í bjargingarflakan, ið flotnaði. Har tendraðu teir so neyðsendaran.

Hálvanannan tíma seinni var tyrlan hjá teimum, og allir sjey vórðu tiknir upp av flakanum. Teir vóru naka kaldir, men annars væl fyri, tá teir komu inn til sjúkrahúsið í Lerwick í Hetlandi.

Víkingaskipið Dragens Vinge hoyrir heima í Hommersåk í Sandnes. Eigarin er Einar Borgfjord, ið bygdi skipið úr 30 stórum grannatrøum. Skipið vigar 1,8 tons og kann sigla 10 - 12 míl við seglum. tríggjar míl við árum.

Skipið hevur verið nýtt til túrar fyri fyritøkur og bólkar, men sambært heimasíðuni var endamálið við túrinum til Hetlands at fáa til vega nýtt slag av segli og annars veita manningini fleiri royndir.

Nógvur vindur var á leiðini, har víkingaskipið gekk burtur, skrivar www.123.fo