26.06.2011 13:44

Ov vandamikið at gera nakað við vrakið

skipini.fo:

Vrakið av Petrozavodsk, fyrrverandi Norðlandia, liggur framvegis við Bjarnoynna, og har verður tað helst liggjandi, inntil náttúran sjálv forkemur tí. Tað skrivar Netavísin í dag.

Vrakið av russiska farmaskipinum Petrozavodsk verður helst liggjandi, tí mett verður, at tað er ov vandamikið at gera meira við tað. Skipið er tømt fyri veskur og mett verður, at eingin vandi er fyri náttúru og fuglalívi á leiðini.

Talsmaður fyri norska Kystverket sigur, at eingin orsøk er at seta mannalív í vanda til tess at taka vrakið burtur. Vrakið er longu illa farið, og metir maðurin, at tað fer at taka eini tíggju til fimtan ár, til vrakið er horvið. Petrosavodsk rendi á land við Bjarnoynna í mai í 2009. Manningin taldi 12 mans, og teir vórðu allir bjargaðir av skipinum í øllum góðum. 

Skipari og stýrimaður vórðu dømdir fongsulsrevsing. Stýrimaðurin sovnaði og vaknaði ikki, fyrrenn tað stoytti. Sýslumaðurin á Svalbard hevur alla tíðina strongt á at beina vrakið burtur, men nú verður tað neyvan gjørt. 

Skipið varð bygt á Skála í 1980 og æt tá Norðlandia.