08.06.2011 20:41
Geysir orðinn Högaberg frá Færeyjum
Íslenska skipið Geysir sem gerður var út erlendis á vegum Kötlu Seafood, hefur nú verið selt til Færeyja og um það var fjallað með þessum hætti í skipini.fo í dag

Høgaberg áveg heim
08.06.2011 - 19:52 - Kiran Jóanesarson
Høgaberg, ið varð keyptur til Føroyar í dag, er nú áveg heim til Føroyar. Anfinnur Olsen reiðari sigur at skipini væntast at vera í Føroyum um einar 10 dagar.
Ætlanin er nú at fara at fiska makrel við nýggja trolaranum, sum eins og Athena og hini systurskipini, telist í millum heimsins størstu verksmiðjutrolarar. Anfinnur Olsen sigur fyri útvarpinum at hann væntar at alt er komi uppá pláss tá ið skipið er komi til Føroyar, so teir kunnu fara at fiska og taka ímóti makreli beinanvegin.
Anfinnur Olsen sigur víðari við útvarpið at teir hava nógvar kvotir til skipið, og eitt nú kann skipið framhaldandi fiska við Afrika. Hvat skipið kostaði vil reiðarin ikki upplýsa.
