01.06.2011 21:00

Færeyskt fyrirtæki skrifar undir smíði 2ja togara

Strand bílagt tveir trolarar

Sonevndu Strand reiðaríini, Havstrand og Havbryn, í Ålesund hava skrivað undir sáttmála um nýggjar trolarar.
Reiðaríini og Skipsteknisk AS nyttu høvið at skriva undir sáttmálan á messuni Nor-Shipping, sum er í Oslo í løtuni.
Trolararnir eru mentir av Skipsteknisk AS í samstarvi við reiðaríini bæði og skulu byggjast á skipasmiðjuni Tersan Shipyard í Turkalandi.
Skipini verða slakar 70 metrar til longdar og góðar 15 metrar breið. Ætlandi skulu tey latast eigarunum í oktobur 2012 og í januar 2013.
Í tíðindaskrivi upplýsa Solveig Strand og Janne-Grethe Strand Aasnæs, at dentur hevur verið lagdur á at finna loysnir við lágari orkunýtslu. Afturat hesum skal øll veiða fáast til høldar, og slógv frá verksmiðju verður framleitt í fiskamjøl og olju, skrivar netavisin.fo.

Sagt var frá þessu á skipini.fo