16.05.2011 16:04
Búið að slökkva í Frey
Skipini.fo:

Frey eftir eldin umborð.
Mynd : shipspotting.com
Mynd : shipspotting.com
Eldurin sløknaður
16.05.2011 - 15:40 - Kiran Jóanesarson
Systurskipið Thor bjargaði allari manningini. Ein føroyingur er maskinmaður við Frey.
Eldurin á verksmiðjutrolaranum Frey, sum er systurskip hjá Athenu, er nú sløktur. Eldur kom í Frey somu viku, sum við Athenu, ið brendi við bryggju í Runavík. Ein føroyingur var við Frey. Hann hevur greitt Netavísini.fo frá, at tað gekk skjótt fyri seg, tá eldurin kyknaði. Logar stóðu úr skipinum, og roynt varð at sløkkja við vatnkanónum.Føroyingurin, sum var maskinmeistari, fekk lítið við sær av skipinum, og passið lá eftir umborð.
Frey var til fiskiskap við Mauretania, har teir royndu eftir rossamakreli. Eitt felag í Grikkalandi eigur skipið, sum er eitt av tilsamans 15 systurskipum. Eldur hevur verið í fimm av hesum skipum.
Frey er skrásett í Vanuatu, og tað var júst Frey, sum hjálpti til, tá eldur fyri nøkrum árum síðani var í Hercules, sum felagið Thor eisini átti, skrivar .
Skrifað af Emil Páli
