13.05.2011 16:45

Færeyingar farnir á makrílveiðar

skipini.fo:

Finnur Fríði og Jupiter farnir á makrelveiðu

Finnur Fríði og Jupiter eru farnir á makrelveiðu, teir skulu samtrola eftir makreli.

Teir gjørdu skjótt av, eftir at makrelloyvini vórðu útskrivaði. Finnur Fríði fór av Kollafirði so skjótt, sum liðugt var at landa og Jupiter, sum lá klárur á Fuglafirði loysti eisini seinnapartin. Í kvøld eru teir staddir á Sandoyarbankanum

Fagraberg landar svartkjaft í Kollafirði, teir fara á makrelveiðu, so skjótt teir hava landað svartkjaftaveiðuna. Hini skipini faru um vikuskiftið, skrivar joanisnielsen.fo.