|
 Stóri frystitrolarin Poseidon hjá Thor í Hósvík er seldur, tað er eitt felag í Russlandi, ið hevur keypt skipið.
Poseidon liggur í løtuni í Las Palmas, og nýggju eigararnir yvirtóku skipið í dag, verður upplýst fyri skipini.fo. Nýggju eigararnir skulu nýta skipið til botnfiskaveiðu í Kamtchaka. Thor skal nú hava nýtt skip, ið kemur inn fyri Poseidon, ið verður á leið somu stødd, og framleiðsluorku. Teir hjá Thor vilja ikki upplýsa søluprísin, men eru vælnøgdir við søluna. |