Skiparin á nýbygninginum Rem Hrist hevur frítt útsýni í allar ættir, tí eingin skorsteinur kemur í vegin.
Eingin skorsteinur gongur upp gjøgnum yvirbygningin á Tem Hrist. Harvið hevur skiparin fult útsýni í allar ættir úr stóli sínum. Ein nýggj loysn er funnin til hetta veitingarskip eins og systurskipið Rem Mist, ið veita roykin út gjøgnum skipssíðuna beint yvir vatnganginum.
Rem Hrist er bygdur í sniðnum Ulstein PX105 á Ulstein skipasmiðjuni. Rem Shipping tók yvir skipið í síðstu viku, meðan systurskipið Rem Mist legst afturat seinni í vár.
Skorsteinsskipanin er latin av felagnum Necmar, og har eru tey sera errin av at hava latið fyrstu skipan av hesum slagið, sum ikki krevur skorsteinsrør upp ígjøgnum.
Rem Hrist er framkomið veitingarskip, ið millum annað hevur fleiri multitangar undir dekkinum, ið kunnu taka bæði turran og vátan farm
Skipini eru 88 metrar long og 19 metrar breið. Rúm er fyri 24 fólkum. Tey eru bygd í Clean Design-klassa hjá Det Norske Veritas og eru útgjørd við oluverndarútgerð og rúm fyri 250 fólkum undir bjarging, skrivar netavisin.fo |