|
 Mikudagin 16. mars var nógvur vindur á vesturstrondini í Marokko, skip í lógu til akkers komu í trupuleikar av nógva vindinum.
168 metur langa farmaskipið Inspiration 1 fór at dríva, og hóvast bæði akkerini vóru úti rak tað á land, danska tangaskipi Robert Mærsk lá eisini til akkers fór eisini at dríva, men har eydnaðist at fáa akkerið upp, og halda til havs, í morgun er aftur av fagrasta veðri á leiðini út fyri Jorf Lasfar í Marokko. Inspiration 1 er flagga í Panama, og manningin kemur øll frá Filipinunum. Myndin er tilvildarlig vald. |